Barsilsgrunnurin sleppur nú at eiga avlopið

Barsilsgrunnurin sleppur nú at eiga avlopið
Lógarbroyting á veg í løgtingið. Er nú til hoyringar
Barsilsgrunnurin hevði slakar 58 mió. kr. í avlopi frá 2006 til 2013. Tær fekk landskassin.
 
16.01.2015 - 13:11

Landskassin missir eina inntøku, nú Barsilsgrunnurin sleppur at varðveita avlopið hjá grunninum.

Eitt uppskot um at broyta lógina um Barsilsgrunnin er á veg í løgtingið.

Sambært uppskotinum, skal avlopið, sum higartil er farið í landskassan, vera verandi í Barsilsgrunninum.

Frá 2006 til 2013 var avlopið slakar 58 mió. kr. Í 2013 var avlopið góðar 5,3 mió. kr.

Um Barsilsgrunnurin hevði avlop í fjør, í 2014, fer tað ikki í landskassan.

Ættleiðing frammíhjárætt

Ein onnur broyting, sum er á veg, er rætturin hjá teimum, sum ættleiða børn. 

Meginreglan í barsilslógini er, at foreldur kunnu ikki samstundis brúka rættin til ávikavist barsilsfarloyvi og barsilspening.

Men tað skulu ættleiðingarforeldur sleppa, tá tey fara av landinum eftir barni.

Tey fáa nú rætt til barsilsfarloyvi og barsilspening í upp til fýra vikur, áðrenn tey fáa barnið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881