Mál um vantandi heilsuváttan í rættin

Mál um vantandi heilsuváttan í rættin
Ákæruvaldið vil hava rættin at døma 16 menn at rinda bót, tí teir annaðhvørt ikki høvdu heilsuváttan, ella trygdarskeið tá teir mynstraðu.
 
05.01.2015 - 17:00

16 mál um væntandi heilsuváttan ella trygdarskeið, enda nú í rættinum.

Talan er um 12 mál frá 2013 og 4 mál frá 2014.

Tað er ákæruvaldið sum vil hava rættin at døma teir 16 menninar at rinda eina bót, tí teir annaðhvørt ikki høvdu heilsuváttan, ella trygdarskeið, sum teir skulu hava, tá teir mynstra.

Talan er um brot á mynstringarlógina.

Fiskiveiðueftirlitið meldaði

Tað er Sjóvinnustýrið ella Fiskiveiðueftirlitið, sum eru komn fram á væntandi heilsuváttaninar, ella trygdarskeiðini, tá skip ella bátar eru kannað. Síðani eru málini latin løgregluni.

Bótin fyri ikki at hava heilsuváttan er umleið 1.000 kr., meðan bótin fyri væntandi trygdarskeið, er umleið 5.000 kr., sum er sama upphædd sum tað kostar at fáa tað prógvið.

At tey 16 málini nú enda í rættinum, kemur av, at teir sum hava fingið bót, ikki hava goldið hana, og tí biður ákæruvaldið rættin døma teir at rinda bótina.

Málini koma fyri í rættinum 16. januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944