Krabbamein av tilvild

Krabbamein av tilvild
Fært tú krabbamein, er tað allarhelst tí, at tú bara ert óheppin. Tað vísir spildurnýggj, amerikonsk gransking.
Vandamikil vakurleiki. Krabbakyknur undir sjóneyku.
Mynd: Savnsmynd  
 
03.01.2015 - 09:26

Sambært granskarunum eru tveir triðingar av øllum krabbameinstilburðum hvørki elvdir av arvi ella umhvørvi, men bert av vantandi lívfrøðiligum hepni; til dømis av at ílegur broytast tilvildarliga. Alt hetta er sum eitt rullandi rulettuspæl: Jú oftari, kyknurnar býta seg, tess størri eru sannlíkindini fyri, at krabbamein kemur burturúr.

- Granskingin hjá okkum vísir, at við at roykja og gera annað ósunt kemur ein sær í størri vanda fyri at fáa krabbamein, sigur ein av granskarunum, Bert Vogelstein, ið er professari á lærda læknafrøðiliga háskúlanum, John Hopkins.

- Men, leggur hann afturat, nógv sløg av krabbameini koma orsakað av óhepnum ílegubroytingum, ið hvørki verða ávirkaðar av umhvørvi ella arvi.

Harumframt er galdandi, at fólk, sum liva leingi uttan at fáa krabbamein, hóast tey hava roykt illa ella fingið ov nógva sól, hava ikki sonevndar góða ílegur.

- Sannleikin er, at flestu teirra vóru bara heppin, sigur professarin við tíðindastovuna, Al Jazeera.

Kundi tú hugsað tær at sloppið undan krabbameini, loysir tað seg framvegis at roykja, drekka og eta minni. Men tað eru altso fleiri enn 20 sløg av krabbameini, sum tú ert í líka stórum vanda fyri at fáa kortini, skrivar Al Jazeera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944