Stór umvæling boðin út í mars

Stór umvæling boðin út í mars
Heimið á Sýnini í Vágum skal umvælast fyri góðar 30 mió. kr.
Ellis- og røktarheimið á Sýnini krevur umfatandi umvælingar. Tær verða gjørdar næsta ár og í 2016.
 
31.12.2014 - 10:38

Arbeiðið at umvæla Heimið á Sýnini verður væntandi útboðið fyrst í mars, og umvælingin verður væntandi liðug síðst í 2016. 

Tað skrivar Sørvágs kommuna í kunningarskrivi um árið ið fer og árið ið kemur. 

31,5 milliónir krónur eru settar av til umvælingararbeiðið. Helvtin er studningur frá landinum, hin helvtin er lán.  

Kommunurnar yvirtaka

Síðan Heimið á Sýnini varð bygt fyrst í sjeytiárunum hevur ein sjálvsognarstovnur átt tað, men semja er gjørd millum sjálvsognarstovnin, kommunurnar í Vágum, Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið um, at kommunurnar í Vágum yvirtaka heimið og standa fyri umvælingararbeiðinum.

Kommunurnar byrja at rinda sín part av fíggingini aftur í januar 2015. Væntandi fer tað taka fýra ár og átta mánaðir at rinda skuldina.

Í samband við lántøkuna til Heimið á Sýnini hækkar skattaprosentið í Sørvági 0,7 prosentstig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946