- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkaheilsuráðið hjálpir við nýggjárslyftinum
Fólkaheilsuráðið hjálpir við nýggjárslyftinum
Fólkaheilsuráðið skipar fyri átaki, har bjóðað verður roykjarum øðrvísi hátt at sleppa av við heilsuskaðiliga óvanan
28.12.2014 - 16:48
<p>Átakið snýr seg um, at tú teknar teg til eina SMS-skipan hjá Fólkaheilsuráðnum, og at tú síðani fært stimbrandi sms-boð yvir fartelefonina, tá tú hevur gjørt av, at nú skal leggja av.</p>
<p>Tú meldar teg til nakrar dagar fyri stóra dagin og so fært tú javnan stuttar, hjálpandi boðskapir, sum stuðla tær í at halda fast við avgerðina. Hátturin hevur verið royndur uttanlands við góðum úrslitum.</p>
<p>Tað merkir sostatt eisini, at tey, sum ynskja at leggja av á nýggjárinum eiga at fara undir fyrireikingina longu í dag, um tú vilt verða roykfríur á nýggjárinum. Send smsboð til 1919 og skriva: Gevst</p>
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV