Nýggi depilin fyri børn og ung letur upp í dag

Nýggi depilin fyri børn og ung letur upp í dag
Depilin til børn og ung við fjølbreki kemur í staðin fyri dagstovnin Reiðrið á Saltnesi.
 
16.12.2014 - 10:33

Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki í Eysturoy er nú liðugt bygdur og klárur at taka í nýtslu. Depilin til børn og ung við fjølbreki kemur í staðin fyri dagstovnin Reiðrið á Saltnesi.

Á deplinum fáa 12 børn og ung við fjølbreki eitt dagtilboð, umframt at átta umlættingarpláss eru til børn og ung úr øllum landinum. Almannamálaráðið hevur latið depilin byggja, og Landsverk hevur verið byggiharri.

ARKITEKTAR99 hava teknað depilin, og KBH hava staðið fyri arbeiðnum. Depilin varð upprunaliga mettur at kosta góðar 24 milliónir krónur, men fíggjarkarmurin varð hækkaður til 26,5 mió. kr.

Reiðrið á Saltnesi letur nú aftur, og alt virksemið verður flutt yvir í Depilin, sum er á Gerðisvegi 5 í Runavík. Nú Depilin til børn og ung við fjølbreki er klárur at taka í nýtslu, verður almenn móttøka í ídag

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375