Samráðingar um svartkjaft byrja í dag

Samráðingar um svartkjaft byrja í dag
Í dag byrjar næsta samráðingarumfar um svartkjaft og norðhavssild millum strandalondini í London. Tríggir dagar eru settir av til samráðingarnar
 
15.12.2014 - 08:45

Samráðast skal um nýtt býti og heildarkvotu fyri 2015. Føroyar hava formansskapin í samráðingunum, har ES, Norra, Ísland og Russland eisini luttaka.

Russland hevur tó einans støðu sum strandaland, tá tað snýr seg um norðhavssildina, men luttekur eisini í samráðingunum um svartkjaftin. Og Svartkjafturin er á skránni í dag. Fyrst samráðast øll strandalondini í felag, og síðani samráðast londini tvey og tvey.

Samráðingarnar um norðhavssild verða skipaðar á sama hátt, og tær byrja mikudagin. Í føroysku sendinevndini eru umframt samráðingartoymið, eisini sendistovan í London, Felagið Nótaskip og Føroya Reiðarafelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375