- Tíðindi, mentan og ítróttur
30 millónir at søkja til nýggjar hallir
Kommunur kunnu nú aftur søkja pengar úr danska Lokale og Anlægs-grunninum, vanliga nevndur LOA-grunnurin, til bygging av ítróttarhallum. Grunnurin hevur júst sett 30 mió. kr. av til at stuðla byggin av nýggjum ítróttarhallum, sum royna at nýhugsa arkitekturin og virkisføri - tað er funktionalitetin. Átakið hevur fingið heitið "nýggjar tíðir - nýggjar hallir". Upphæddin verður býtt í trý, so tríggjar verkætlanir fáa 10 mió. kr. hvør. Útvaldu verkætlanirnar verða partur av menningar-tilgongd í 2015. Sambært tíðindaskrivi frá LOA-grunninum, so er tað 10 ár síðan grunnurin var við í menningini av ítróttarhallum frá grundini. Føroyskar kommunur hava áður havt gagn av pengum úr LOA-gruninum. Eitt nú fekk Runavíkar kommuna fýra miljónir krónur til nýggju ítróttarhøllina, Bylgjan, úr LOA-grunninum, og nýggja skótahúsið í Runavík fekk tvær milliónir.