Prísurin á aldum laksi nógv lækkaður

Prísurin á aldum laksi nógv lækkaður
Tey, sum tapa mest, eru útflytarar, ið hava keypt laks uttan at hava gjørt avtalu um sølu uttanlands.
Mynd: Savnsmynd  
 
14.12.2014 - 15:04

Prísurin á aldum laksi er lækkaður millum átta og níggju norskar krónur seinastu vikuna, og so nógv er prísurin ikki lækkaður í einum seinastu 10 árini.

Stóra lækkingin var ikki væntað, men prísurin á aldum fiski fer framvegis at vera góður, sigur greinarin, Kolbjørn Giskeødegård við Norska kringvarpið.

Fleiri norskir alarar siga seg hava mist milliónir av kr., tí prísurin er lækkaður so nógv.

Kolbjørn Giskeødegaard sigur, at talan er um størstu lækkingina í prísinum í langa tíð, og ein lækking sum er 9 til 10 norskar krónur fyri kg, er nógv.

Prísurin er framvegis høgur

Men talan er ikki um nakra kreppu, sigur norski greinarin, tí ein prísurin sum er 40 kr. fyri kg, er framvegis høgur.

- Tað merkir, at alarar í Norðnoreg hava millum 10 og 15 kr. í vinngi av hvørjum kg og alarar í Suðurnoreg einar 10 kr. fyri kg, so talan er ikki um nakra kreppu, sigur Gidskeødegaard.

Hann heldur, at lækkingin má síggjast í ljósinum av stóru hækkingini í prísinum seinastu tveir mánaðirnar.

Kolbjørn Giskeødegaard vísir á, at norsku alararnir ikki hava selt laks til Ruslands í eina tíð, og í fjør seldu norskir alarar 4.000 tons av laksi til Ruslands um vikuna, av samlaðu nøgdini sum var 25-30.000 tons um vikuna.

Tey, sum tapa mest, nú prísurin lækkar, eru útflytarar, ið hava keypt laks uttan at hava gjørt avtalu um sølu uttanlands. Verður prísurin verandi 40 kr. fyri kg, mugu alararnir átaka sær ein part av tapinum, sigur greinarin.

Han heldur kortini onga orsøk vera til at missa mótið, tí hann sigur seg vænta, at gongdin fer at broytast í januar. Tað, sum hevur týdning, er at laga seg til umstøðurnar.

Og Kolbjørn Giskeødegaard sigur seg framvegis rokna við, at bæði 2015 og 2016 vera tvey góð ár hjá alivinnuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375