Tveittu fisk útaftur: Blágumma kann ikki etast

Tveittu fisk útaftur: Blágumma kann ikki etast
Anfinn Olsen, reiðari á Akrabergi, veit ikki, um málið endar í rættinum
 
12.12.2014 - 09:31

Tað var blágumma, sum fór fyri borð aftur, tá norska fiskiveiðieftirlitið kannaði føroyska verksmiðjutrolaran Akraberg týsdagin.

Blágumma er fiskur, sum ikki kann brúkast, tí eingin matur er í henni.

Anfinn Olsen, reiðari á Akrabergi, sigur, at norðmenn tosa um trý sløg av steinbíti, steinbit, sum er steinbítur, flekksteinbit, sum er liri á føroyskum, teir verða frystir á Akrabergi, og so er blåsteinbit, sum er blágumma á føroyskum. Hana hava føroysk skip altíð tveitt fyri borð, tí hon kann ikki brúkast til nakað.

Men nú er blágumma komin á ein norskan lista við fiskasløgum, sum ikki mugu blakast fyri borð.

Sambært norska fiskiveiðieftirlitinum fóru nakrir toskar eisini fyri borð. Anfinn Olsen sigur, at hetta vóru skræddir toksar.  

Anfinn Olsen veit ikki, um málið endar í rættinum.

Týsdagin meldaði norska fiskiveiðieftirlitið Akraberg til politiið fyri at blaka fisk fyri borð, skrivar Fiskaren.
Reiðaríið hjá Akrabergi hevur veitt bankatrygd fyri konfiskasjón, 450.000 norskar krónur, slakar 380.000 danskar, og bótina hjá skiparanum, 30.000 kr., 25.000 danskar. 
Eftir tað slapp Akraberg at halda fram við fiskiskapinum í norskum sjógvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375