Skiparin á Anitu: Eftirlitið góðkendi veiðidagbók

Skiparin á Anitu: Eftirlitið góðkendi veiðidagbók
Dagbókin varð førd sum vanligt, og manning á Tjaldrinum góðkendi hana, sigur skiparin á Anitu
 
09.12.2014 - 08:44

Skiparin á Anitu játtar seg sekan í ákæruni um at hava ført skeiva veiðidagbók. Men hann verjir seg við, at eftirlitsmyndugleikin kortini hevur góðkent dagbókina.

Tað byggir skiparin á, at Tjaldrið hjá Vørn gjørdi eftirlit umborð á Anitu 3. juni í fjør, og tá varð veiðidagbókin góðkend. 

Skiparin á Brimli, sum í rættinum greiddi frá málinum um gørnini hjá Anitu, segði í síni frágreiðing, at tað bar ikki til at síggja út frá dagbókini í juni, hvar gørnini hjá Anitu stóðu, og tí átti Tjaldrið heldur ikki at havt góðkent dagbókina tá.

Ítøkiliga er skiparin á Anitu ákærdur fyri at hava brotið kunngerð nr 105 frá 5. august 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini. 

Gørnini stóðu aðrastaðni

Tá fólk frá Brimli fóru út við Anitu eftir deyðsvanlukkuna í februar, komu tey eftir, at gørnini vóru ikki sett har, sum tey skuldu sambært veiðidagbókini. 

Skiparin á Anitu vardi seg í rættinum við, at hann hevði ført veiðidagbók, sum hann altíð hevði gjørt, og at Tjaldrið hevði gjørt eftirlit umborð 3. juni 2013 og góðkent veiðudagbókina.

- Vit standa tí í teirri støðu, at hóast skiparin játtar seg sekan, so er hansara verja, at myndugleikarnir, also Vørn, hava góðkent viðurskiftini, segði hann.

Stjórin á Vørn, Elmar Højgaard, sigur við útvarpið, at hann hevur onga viðmerking, fyrr enn hann hevur kannað málið nærri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Alife Glass um Torus
185757
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Fred Mika um Earth Lux
185756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323