Kjak um ov lítla játtan til dýran heilivág

Kjak um ov lítla játtan til dýran heilivág
Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, og Jenis av Rana, lækni og politikari, eru í sjónvarpsstovuni í kvøld
 
09.12.2014 - 14:20

Í Krabbameinsætlanini verður staðfest, at støðið á viðgerðini fyri krabbamein eigur at vera tað sama í Føroyum, sum í Danmark.

Men soleiðis hevur støðan ikki verið í ár, tá talan er um viðgerð við heilivágnum Zytiga fyri prostatakrabba.

Síðani í vár hevur Zytiga verið tikið fram um kemoviðgerð í Danmark, men soleiðis er støðan ikki í Føroyum. Her er Zytiga framvegis ikki fyrsta val, tí heilivágurin er dýrur, og játtanin á fíggjarlógini hevur ikki rokkið til at gera sum í Danmark. Avgerðin í Danmark at brúka Zytiga í staðin fyri kemoviðgerð er tikin, tí sjúklingarnir illa tola kemoviðgerðina.

Dýri heilivágurin setir læknar og heilsuverk í eina ringa støðu, tá sjúklingarnir ikki kunnu fáa nýggjastu og bestu viðgerðirnar, tí tær eru ov dýrar.

Og avbjóðingin hjá politikarum er ikki minni, tá tað í veruleikanum eru teir, sum í síðsta enda avgera, um nýggi heilivágurin kann takast í nýtslu.

Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum, og Jenis av Rana, lækni og politikari, eru við kjakborðið saman við Boga Godtfred.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Alife Glass um Torus
185757
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Fred Mika um Earth Lux
185756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323