- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómur fellur í næstu viku
Tað verður ein løta at bíða eftir dóminum í revsimálinum móti skiparanum og reiðaranum á garnaskipinum Anitu og partafelagnum Seta, sum eigur skipið.
Dómurin verður sagdur á middegi mikudagin í næstu viku.
Ákæruvaldið krevur 750.000 kr. í bót. Harafturat eru partarnir samdir um, at reiðaríið skal gjalda góðar 1,6 milliónir krónur fyri at fáa reiðskapin aftur og slakar 280.000 kr. fyri 11,5 tons av havtasku, sum blivu blakað fyri borð. Reiðaríið hevur sett bankatrygd fyri øllum pengunum.
Tilsamans 10 ákærur
Talan er um seks ákærur móti skiparanum og fýra móti reiðaranum.
Ákærurnar eru um skeivt førda dagbók, um nógv fleiri gørn enn Anita hevði loyvi til, gørn, sum stóðu alt ov leingi í sjónum, um fisk, sum var blakaður út, og um ov smáar meskar í garni, sum fiskaði havtasku.
Ákæruvaldið krevur eina millión og 640.000 kr. fyri reiðskapin og knappliga 280.000 kr. fyri havtaskuna, sum varð blakað fyri borð. Hesar upphæddir góðtekur reiðaríið og bankatrygd er fyri pengunum.
Ákæruvaldið fer at krevja 750.000 kr. í bót.
Játta seg sekar
Bæði skiparin og reiðarin játtaðu seg sekar í Føroya rætti í gjár, men halda tó, at í onkrum føri eru linnandi umstøður.
Ákæruvaldið fór í rættin við hesum málinum, tí sambært løgfrøðingunum hjá fútanum er hetta málið eindømi og kann tí ikki avgreiðast við sektaruppskoti.
Tí vil ákæruvaldið hava ein dóm at hava at miða seg eftir, um okkurt mál, sum líkist tí hjá Anitu, kemur seinni.