- Tíðindi, mentan og ítróttur
Veiðigjøld eiga at koma í seinasta lagi í februar
Í seinasta lagi í februar eigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at koma við uppskoti í løgtingið um endaligu gjøldini fyri makrel og norðhavssild í 2015.
Tað siga samgongumenninir í Fíggjarnevndini.
Teir halda, at tað er óheppið at leggja fram lógaruppskot um avgjald, sum eftir ætlan bara skal galda fyribils. Meirilutin í Fíggjarnevndini heldur tað vera neyðugt, at vinnan fær fastar karmar at virka undir.
Sama gjald sum í ár
Uppskot er um sama veiðigjald og sama avreiðingargjald sum í ár. Men gjøldini fyri 2015 eru ikki ásett enn. Lógaruppskotið, sum nú er í tinginum, er tó neyðugt, tí tað er ein fylgilóg hjá fíggjarlógini.
Samgongumenninir í Fíggjarnevndini mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til skjótast gjørligt og í seinasta lagi í februar at avgera, hvussu gjøldini vera næsta ár.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi taka ikki undir við uppskotinum um veiðigjald og avreiðingargjald og mæla tinginum frá at samtykkja tað.
Talan er um tilvildarlig politiskt ásett gjøld á partar av vinnuni, siga flokkarnir, sum vilja hava eina nýskipan í fiskivinnuni.