- Tíðindi, mentan og ítróttur
SAS keypir Cimber
Skandinaviska flogfelagið, SAS, hevur keypt flogfelagið Cimber fyri 20 milliónir kr.
Tað var Cimber Air, sum hjálpti Atlantsflogi í gongd í 1988.
Cimber fór av knóranum, og ætlanin hevur verið, at flogfelagið skuldi steðgað sínum virksemi í apríl næsta ár. Felagið hevur sagt øll 130 starvsfólkunum úr starvi.
Cimber hevur seinastu 10 árini flogið fyri SAS, og nú hevur SAS gjørt av at keypa Cimber fyri 20 milliónir kr.
Drúgvar royndir í innanríkisflúgving
Við at keypa Cimber, fær SAS atgond til eitt lítið felag, sum hevur drúgvar royndir í innanríkisflúgving í Danmark, sigur stjórin í SAS, Rickard Gustafson, í boðum til keypsskálan.
SAS fer framvegis at flúgva tær longu ferðirnar við sínum egnu stóru flogførum, meðan Cimber fer at flúgva ímillum norðurlond.
SAS hevur boðað frá, at felagið skal spara 800 milliónir kr., og tann ætlanin verður almannakunngjørd seinni í hesum mánaðinum.