- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanska verða tveir giktalæknar
Kanska verða tveir giktalæknar
Karsten Hansen, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Rigmor Dam, løgtingskvinnu
08.12.2014 - 13:53
Næsta ár vera kanska tveir giktalæknar í Føroyum.
Í øllum førum sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður, í svari til Rigmor Dam, løgtingskvinnu, at serlæknin í giktasjúkum, Pero Sore, sum hevur sagt seg úr starvinum 1.januar næsta ár, hevur játtað at halda fram við teirri treyt, at ávísar broytingar verða gjørdar í verandi karmum.
Nakrar broytingar eru gjørdar, og arbeitt verður við øðrum broytingum.
Tí eru útlit fyri, at giktalæknin heldur fram í starvinum. Arbeitt verður eisini við møguleikanum at seta ein giktalækna afturat í 2015, sigur Karsten Hansen í svari sínum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV