- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heidi forkvinna í Arkitektafelagnum
Heidi forkvinna í Arkitektafelagnum
Formaðurin seinastu árini, Svend Sivertsen, stillaði ikki uppaftur
08.12.2014 - 08:34
Heidi Poulsen er nú forkvinna í nevndini hjá Arkitektafelag Føroya.
Arkitektafelagð hevur havt aðalfund.
Svend Sivertsen, sum hevur verið formaður í fleiri ár, stillaði ikki uppaftur.
Á aðalfundinum varð Nina Alberg Arge vald í nevndina fyri tvey ár. Robert Thomassen varð valdur á ársaðalfundinum í fjør fyri tvey ár, og hann heldur sostatt fram í nevndini eitt ár afturat.
Nevndin hevur skipað seg við Ninu Alberg Arge sum kassameistara og Roberti Thomassen sum næstformanni og skrivara. Tiltakslimir í nevndini eru Birita Wardum og Magni Dalsgaard.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV