Danmark einki stórveldi uttan ríkisfelagsskapin

Danmark einki stórveldi uttan ríkisfelagsskapin
Fyrrverandi ráðharrin fyri Grønland, Tom Høyem, er bersøgin í einum lesarabrævi í Jyllands-Postinum
Tom Høyem var ráðharri fyri Grønland frá 1982 til 1987
 
08.12.2014 - 14:27

- Onkur má hava dirvi at siga sum er um ríkisfelagsskapin, og lat tað so vera eg.

Tað skrivar Tom Høyem, sum var danskur ráðharri fyri Grønland frá 1982 til 1987, í lesarabrævi í Jyllands-Postinum

Hann heldur lítið um slitnu útsagnirnar um, at vit í ríkisfelagsskapinum eru felags um familju, søgu og lagnu. 

Hann sigur, at stundin er komin til at siga týðiligt og greitt, at Danmark uttan ríkisfelagsskapin ikki er nakað arktiskt stórveldi, men bara ein hugnalig smátjóð. Og at uttan ríkisfelagsskapin er Grønland bara ein finna í talvinum hjá risastórum altjóða fyritøkum.

Fíggjarlógin

Hann brúkar eitt ítøkiligt dømi frá síni tíð sum ráðharri at lýsa sína støðu.

Tað var í 1984, at Tom Høyen var í Los Angeles, har hann skuldi gera avtalu við Atlantic Richfield Company um oljuleiting í Eysturgrønlandi. Stjórin í amerikanska felagnum segði tá við danska ráðharran, at fíggjarlógin í Danmark og fíggjarætlanin hjá síni privatu fyritøku høvdu somu stødd. Hetta dømi brúkar Tom Høyen sum dømi at lýsa, hvussu lítið Danmark er á altjóða pallinum.

Tom Høyen skrivar, at ríkisfelagsskapurin má broytast frá at vera ein nostalgiskur hugnaklubbur, til at verða eitt praktiskur amboð. Tí, sum hann skrivar, Grønland og Danmark kunnu ikki liva av nostalgi og ferðafólki.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (5:6)
187317
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (4:6)
187316
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (3:6)
187315
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (2:6)
187314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109