- Tíðindi, mentan og ítróttur
Anita: Játtaðu seg sekar í flestu ákærunum
Bæði skiparin og reiðarin játtaðu seg sekar í tí mesta, tá Linda Hesselberg, ákæri, las tær seks ákærurnar í Føroya rætti fyrrapartin.
Skiparin, Heini P. Reinert, er ákærdur í øllum seks førum, reiðarin, Sørin Christiansen, og reiðaríið P/f Seta eru við í fýra ákærum.
Men í onkrum førum er talan um linnandi umstøður, halda teir ákærdu. Ákærurnar eru um skeivt førda dagbók, nógv fleiri gørn, enn Anita hevði loyvi til, gørn, sum stóðu ov leingi í sjónum, fisk, sum var blakaður út, og ov smáar meskar.
Góðtaka peningaupphæddir
Ákæruvaldið krevur eina millión og 640.000 kr. fyri reiðskapin og knappliga 280.000 kr. fyri havtaskuna, sum varð blakað fyri borð. Hesar upphæddir góðtekur reiðaríið og bankatrygd er fyri pengunum. Ákæruvaldið fer at krevja 750.000 kr. í bót.
Ákæruvaldið fór í rættin við hesum málinum, tí sambært løgfrøðingunum hjá fútanum er hetta málið eindømi og kann tí ikki avgreiðast við sektaruppskoti.
Anita hevði 4.649 gørn. Loyvið hjá skipinum segði 1400 gørn.
Reiðarin greiddi frá í rættinum, at Anita var umbygd, tí hon skuldi royna eftir hávi. Tann fiskiskapurin krevur nógv størri manning enn annar garnafiskiskapur. Eftir umbyggingina vóru 33 mans við Anitu. Fyrr vóru teir 18-20.
Anita kom inn 23.februar, eftir at hava sett gørnini. Søkt varð ikki um undantaksloyvi at hava gørnini standandi longur enn 72 tímar.
Trupult at fáa manning
Ikki fyrr enn 5.apríl fór Anita út aftur. Tað var sera trupult at manna skipið, segði reiðarin. Roynt varð hjá ALS, har gjørdi ein vart við seg. Roynt varð eisini at fáa Thor og reiðaríið hjá Ågot at hjálpa. Heldur ikki tað bar til. Tað endaði við, at 11 íslendingar fóru eftir gørnunum saman við báðum føroysku skiparunum.
Anita var ikki útgjørd at taka fiskin. Hon hevði ongan ís, og frystaríið var sløkt. Harafturat vórðu gørnini drigin niður í frystilastina.
Bæði skiparin og reiðarin søgdu, at teir væntaðu ikki at fáa brúkiligan fisk, tí gørnini høvdu staðið so leingi. Fólk var ikki til at arbeiða fiskin. Teir tordu ikki at fara inn eftir fleiri monnum, tí so stúrdu teir fyri, at teir, sum vóru umborð, fóru í land, og so var skipið aftur avmannað.
Sambært tølum hjá ákæruvaldinum fóru 28 tons av krabba, havtasku og hávi, sum kundu seljast, fyri borð.
Anita hevur ligið í Spania, siðani hon misti loyvið at fiska í føroyskum sjógvi.