Meira komið inn í landsskatti

Meira komið inn í landsskatti
Fyrstu 11 mánaðirnar hevur landið fingið 60,1 milliónir meira inn í skatti í mun til sama tíðarskeiðið í 2013, vísir ein uppgerð hjá TAKS
60,1 milliónir krónur fleiri eru komnar inn í landsskatti fyrstu 11 mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeiðið í 2013
 
07.12.2014 - 14:40

Landið hevur higartil í ár fingið 1,2 milliard krónur inn í skatti, og sammett við í fjør er landsskatturin 5,29 % hægri enn um somu tíð í fjør. Kommunurnar hava higartil eisini fingið eitt væl meir inn í skatti fyrstu ellivu mánaðirnar í 2014 samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Kommunurnar í Føroyum hava higartil í ár samanlagt fingið eina milliard og 358 milliónir krónur inn í skatti, og hetta eru 56,2 milliónir krónur ella 4,32% meira enn sama tíðarskeið í fjør, sambært uppgerðini hjá TAKS.

Fyrstu 11 mánaðirnar í 2014 eru 238 milliónir krónur komnar inn í eftirlønarskatti og 39 milliónir í kirkjuskatti. Eftirlønarskatturin er væl hægri enn sama tíðarskeið í fjør, góðar 24 milliónir krónur meira.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Hósdag 16. januar
RagnarRokk 16.januar 2025
185760
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Alife Glass um Torus
185757
Hósdag 16. januar
RagnarRokk: Fred Mika um Earth Lux
185756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323