- Tíðindi, mentan og ítróttur
Søgdu at bankin var lopin frá avtaluni
20 fólk ella húski stevndu BankNordik, tí bankin var lopin frá eini avtalu um lán, sum tey tóku í 2006 og í 2007.
Lánini høvdu rentuloft og skuldu fylgja rentuni, sum var á lánsbrøvunum hjá Nykredit.
Tað hevði við sær, at fólkini fyrtsu tíðinarindaðu meiri enn fyri vanlig lán, men eftir fíggjarkreppuna hava tey rindað lægri rentu.
Rentan samsvaraði ikki við útreiðslurnar, og tí avgjørdi bankin í 2012 at broyta avtalurnar við tey umleið 230 fólkini, sum høvdu slíkt lán.
BankNordik fór undir at veita serligu lánini í 2006 og í 2007, tí nakað frammanundan var Eik banki farin undir at bjóða føroysku lánarunum donsk realkredittlán, og tí valdu viðskiftafólk at fara úr BankNordik, og í staðin taka við einum realkredittláni í Eik banka.
Bankin hevði undirskot
Í 2012 staðfesti BankNordik, at nøkur lán ikki fylgdu lánspolitikkinum, og tað kom fram undir viðgerðini í rættinum, at bankin hevði undirskot av lánunum, av tí at rentan var so lág.
Tí gjørdi bankin av at broyta lánstreytirnar hjá teimum 230 lántakarunum, men tey skuldu gjalda eitt prosent minni í rentu enn vanligt er fyri 1. veðrætt. BankNordik bjóðaði eisini fólkunum at leggja um til realkredittlán, og at bankin skuldi taka á seg ein part av tapinum, tey høvdu.
Og fólkini høvdu eisini fingið boð um at koma upp í skipanina Nordik 360, við teimum fyrimunum, sum tað gevur. Hvussu nógv av teimum 230 fólkunum tóku av tilboðunum frá bankanum, kom ikki fram í rættinum, men 20 teirra vóru við til at stevna BankNordik.
Tá málið var fyri í rættinum, kom fram, at tá BankNordik í 2012 gjørdi av at broyta lánstreytirnar hjá viðskiftafólkunum, sum høvdu lán við rentulofti, hækkaði rentan úr 80 upp í 208 prosentstig.
Læntu 200 mió. kr.
Advokaturin hjá teimum, sum stevndu, kravdi í rættinum, at lánini halda fram sum avtalað varð í 2006 og í 2007, og at tað sum er kravt ov nógv, verður rindað aftur.
Advokaturin hjá bankanum kravdi frídøming. Hann vísti á, at tá lánini vórðu tikin í 2006 og í 2007, fingu fólk greitt at vita, hvørjar treytirnar vóru, at rentan var skiftandi, at loft var á rentuni, hvat hendi, um lánið varð sagt upp fyri tíð, og hvør provisjónin var.
Tey umleið 250 húskini læntu umleið 200 milliónir kr. frá BankNordik.