- Tíðindi, mentan og ítróttur
KFUK: Jólaaftanshald fyri einlig
KFUK: Jólaaftanshald fyri einlig
Aftur í ár skipar KFUK í Havn fyri jólaaftnashaldi
03.12.2014 - 18:30
KFUK letur, eins og undanfarin ár, upp dyrnar jólaaftan, og bjóðar einligum til jóladøgurða, og seinni fáa tey jólagávur. Tiltakið er ætlað teimum, sum annars høvdu sitið einasmøll á jólum.
Húsið hjá KFUK verður opið jólaaftan frá klokkan 17, og farið verður til borð klokkan 18, skrivar KFUK á heimasíðu síni.
Evstamark at boða KFUK frá luttøku er 20. desember.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV