15 vilja vera fyristøðufólk í Koltri

15 vilja vera fyristøðufólk í Koltri
Koltur skal skipast sum antikvarisk serskipan undir Søvnum Landsins, og tann, sum verður settur, skal arbeiða í Koltri
 
03.12.2014 - 14:52

15 umsóknir eru komnar til starvið sum fyristøðufólk í Koltri. Tað váttar Andras Mortensen, stjóri fyri Søvnum Landsins. 

Koltur skal skipast sum antikvarisk serskipan undir Søvnum Landsins, og fyristøðufólkið skal millum annað hava umsjón við ognum landsins í Koltri, taka ímóti vitjandi og miðla mentanararvin og náttúruarvin í Koltri.

Starvsstaðurin er í Koltri, og stovnurin veitir bústað.

750.000 kr. settar av

Setanin er treytað av, at játtan verður tøk á fíggjarløgtingslógini fyri 2015, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 eru 750.000 krónur settar av, upplýsir Andras Mortensen, sum ikki vil siga meira um málið.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, væntandi í aðru viku, og tann, sum verður settur,tekur við starvinum um ársskiftið.

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109