Seks rógvarar til HM í Boston

Seks rógvarar til HM í Boston
Róðrarsamband Føroya hevur gjørt av, hvørjir seks rógvarar skulu til HM í inniróðri í Boston
 
02.12.2014 - 23:39

 Róðrarsamband Føroya hevur havt úttøkukapping til HM-kappingina í inniróðri, sum verður í Boston 1. mars 2015.

Tilsamans 33 luttakarar, 25 menn og 8 kvinnur vóru við í kappingini. 

Luttakararnir vórðu býttir upp í tríggjar bólkar. 

Tá kappingin var liðug, settu umboð fyri nevndina í RSF seg saman at finna fram til, hvør skuldi sleppa við til Boston. .

Nevndin hevði gjørt av, at luttakararnir til HM í Boston skuldu finnast út frá tíð, hvørja plasering tíðin hevði fingið til Boston 2014, hvussu nógvir luttakarar vóru í teimum ymisku bólkunum til Boston 2014 og hvussu nógv nevndin helt, at hvør luttakari kundi betrast til 1. mars 2015.

Nevndarlimirnir komu at enda til ta niðurstøðu, at senda hesi fólkini til Boston:

 

Dánjal Martin Hofgaard 6:18,9 (nr. 5 av 77 til Boston 2014)

Toni Dam 6:27,5 (nr. 8 av 72 til Boston 2014)

Ingibjørg Thomsen 7:40,9 (nr. 13 av 49 til Boston 2014)

Annetta C. Eidesgaard 7:04,6 (nr. 14 av 151 til Boston 2014)

Jón Nónklett 6:19,9 (nr. 11 av 52 til Boston 2014)

Rannva Lava Olsen 6:53,6 (nr. 5 av 151 til Boston 2014)

 

Tíðin hjá Dánjali Martin Hofgaard til úttøkukappingina var nýtt føroyskt met í lættvektsbólkinum hjá monnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. apríl
Góðan morgun Føroyar
190533
Hósdag 10. apríl
Brot úr Føroya søgu
190532
Hósdag 10. apríl
Morgunlestur hósdagur 10.apríl 2025
190386
Mikudag 9. apríl
Mono - Passions Just Like Mine (4:5)
190509
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. apríl
Undansending: Føroyar - Litava
190512
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450