- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talgild jólaroynd við føroyskari telduskipan
Í dag og næstu tríggjar dagarnar fara allir næmingarnir í 8. flokki til jólaroynd í føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði. Hesa ferð eru royndirnar talgildar, og ein nýggj skipan verður nýtt.
Tað skrivar Skúlablaðið á heimasíðu sínari.
Tað gekk ikki eftir vild, tá ið næmingarnir vóru til talgilda landsroynd í vár. Tá varð skipanin Dokeos nýtt, og servarin stóð í Kanada. Men nú hevur Mentamálaráðið ment eina nýggja skipan, sum eitur Chamilo, og servarin stendur í Føroyum.
- Kanska fara vit at møta avbjóðingum, vit ikki kenna enn, tí skipanin er ikki roynd til fulnar, men ein munur er, at servarin nú stendur í Føroyum, og eisini hevur Elektron tikið ábyrgd fyri tí tekniska. So eg rokni við, at tað fer at ganga væl, sigur Ásbjørn Berthelsen, sum er lærari og kt-vørður í Skúlanum við Løkin.
Hevur gingið væl
Í skúlum við framhaldsdeild hava 8. flokkarnir havt høvi at royna nýggju talgildu skipanina. Ásbjørn Berthelsen sigur, at royndirnar í Skúlanum við Løkin hava eydnast væl, og at byrjunartrupulleikarnir, sum hava verið, nú eru burtur.
- Undanroyndin hjá okkum í tveimum 8. flokkum við til samans 56 næmingum gekk eftir ætlan, og so at siga eingir trupulleikar vóru. Einaferð steðgaði tað upp, men tað loystu vit við at dagføra síðuna. Hetta er kanska loysnin, um sambandið er ov ringt, sigur Ásbjørn Berthelsen, lærari og kt-vørður í Skúlanum við Løkin.