Framsókn vil herða tilbúgvingarlógina

Framsókn vil herða tilbúgvingarlógina
Neyðugt at verja upplýsingar móti yvirgangi, brotsverkum og avleiðingum av kríggi, heldur flokkurin
 
01.12.2014 - 07:51

Føroyar eiga eisini at hava eina tilbúgving móti skipaðum brotsverkum, yvirgangi og kríggi fyri at verja talgildar upplýsingar.

Tilbúgvingarlógin nevnir skaðahendingar og vanlukkur, men tað er ikki nóg mikið, heldur Framsókn, sum hevur lagt fram uppskot um at broyta tilbúgvingarlógina.

Framsókn vísir á, at virkisførið í føroyska samfelagnum er meira og meira treytað av talgildari kunningartøkni og samskifti á netinum. 

Í talgilda undirstøðukervinum eru upplýsingar um eitt nú P-tal og onnur persónlig viðurskifti, sum eru avgerandi fyri, at stovnar og fyritøkur fáa framt sínar grundleggjandi uppgávur. 

Tí er neyðugt at verja hesar upplýsingar móti yvirgangi, brotsverkum og avleiðingum av kríggi, heldur Framsókn, sum vil hava tilbúgvingarlógina frá 2012 broytta.

Víðka Tilbúgvingarráðið

Flokkurin skjýtur eisini upp at víðka Tilbúgvingarráðið við einum fólki, sum hevur skil fyri samskiftis- og upplýsingatrygd.  
  
Og Framsókn vil hava í lógina, at upplýsingar, sum hava týdning fyri samfelagið, skulu goymast og viðgerast í Føroyum.

Lógarbroytingarnar skulu koma í gildi dagin eftir, at tær eru lýstar, tað er, um løgtingið samtykkir tær. 

Men stovnar, kommunur og fyritøkur eiga at fáa stundir til 1.januar 2017 at lúka nýggju krøvini í lógini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982