- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri harur skotnar á færri túrum
Færri harur skotnar á færri túrum
Í ár eru skotnar 3.568 harur á 301 túri
01.12.2014 - 07:58
Nú harutíðin er komin í helvt eru 3.568 harur skotnar, og 301 harutúrar hava verið.
Tað vísa tøl hjá Eyðfinni Magnussen, sum hevur skrásett harur í nøkur ár.
Hesa seinastu vikuna eru 288 harur skrásettar at verða skotnar á 45 túrum. Best hilnaðist týsdagin 25. november. Tá vórðu 94 harur skotnar á 11 túrum.
Um vit samanbera hesa tíðina í ár við somu tíð í fjør, so hava færri túrar verið í ár, og færri harur eru eisini skotnar í ár. Í fjør vórðu einar 4.500 harur skotnar tá harutíðin var komin í helvt, og meiri enn 400 túrar vórðu skrásettir.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV