Almannamálaráðið flytur næsta ár

Almannamálaráðið flytur næsta ár
Ráðið flytur í september, tá Leigubúðin í Tinganesi er liðugt umvæld
Almannamálaráðið sleppur ikki í Tinganes, fyrr enn Leigubúðin er liðugt umvæld
 
01.12.2014 - 11:30

Tað verður ikki fyrr enn í september næsta ár, at Almannamálaráðið flytur í Tinganes.

Almannamálaráðið skal flyta í Leigubúðina í Tinganesi. Men Leigubúðin verður høvuðsumvæld, og flutt verður ikki, fyrr enn tað arbeiðið er liðugt, sigur Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannamálaráðnum.

Almannamálaráðið skal í hølini, har sum Innlendismálaráðið var. 

Halda til á Eirargarði

Almannamálaráðið hevur tvær tær ovastu hæddirnar í skrivstovubygninginum í Eirargarði 2.

Tað var í summar, at Annika Olsen, landsstýriskvinna, avgjørdi, at aðalráð hennara skal flyta. Og tað er ein politisk avgerð, segði hon við Útvarpið.

Almannamálaráðið hevur ikki biðið um pengar í fíggjarlógini til flytingina. Flytingin verður goldin av pengunum, sum ráðið fær til raksturin.

Næsta ár vera 16 ársverk í Almannamálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Hósdag 16. januar
«Brúdleyp í Kána»
186392
Hósdag 16. januar
Morgunlestur hósdagur 16. januar 2025
186262
Mikudag 15. januar
Skratsj 15. januar 2025
186353
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275