- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið skal gjalda fyri golfvøll
Landið vil gjalda festaranum, sum eigur lendið á Glyvursnesi, fýra milliónir krónur í endurgjaldi, um ein golfvøllur skal byggjast í økinum.
Tað sæst í ískoyti til fíggjarlógaruppskotið fyri 2015. Landsstýrið vísir á, at Tórshavnar Kommuna og landsstýrið eru vorðin samd um, at landið skal rinda ein part av endurgjaldinum til festaran.
Tann parturin er, sambært landsstýrinum, fýra milliónir krónur. Tó er eitt fyrivarni í tekstinum - har stendur, at endurgjaldsupphæddin í fyrsta umfari verður knappar fýra milliónir.
Higartil hevur verið mett, at tað fer at kosta tíggju milliónir og góðar 154.000 kr. at taka lendi til golfvøll frá festarunum á Glyvurnesi.
Talið er úr eini frágreiðing, sum Búnaðarstovan lat Fiskimálaráðnum í mars í ár.
Uppskot er gjørt um avtalu millum Tórhavnar kommunu, Búnaðarstovuna, Búnaðargrunnin og festararnar Sjúrð Patursson og Poul Muller.
Festararnir skulu langtíðarleiga 656.340 fermetrar til golfvøllin, sum Tórshavnar kommuna ætlar at byggja á Glyvurnesi.
Hóast lógin sigur, at kommunan skal gjalda endurgjald í slíkum førum, vil kommunan hava landið at vera við í ætlanini.
Býráðið heldur, at ein golfvøllur á Glyvursnesi verður øllum landinum at gagni, eitt nú ferðavinnuni, og ikki bara Tórshavnar kommunu. Tí vildi Tórshavnar Kommuna hava landskassan at gjalda.