- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almennir bygningar skulu spara orku
Nú skal nakað ítøkiligt gerast, soleiðis at bygningarnir hjá tí almenna kunnu spara orku.
Landsstýrið er komið við einum ískoyti til sítt egna fíggjarlógaruppskot, har víst verður til eina nýggja royndarætlan, sum í stuttum snýr seg um at fáa orkunýtsluna í 10 av bygningunum hjá tí almenna niður.
Arbeiðið verður gjørt eftir tí sonevnda ESCO-leistinum. ESCO er stytting fyri Energi Service Company. Í leistinum liggur, at fyritøkur bjóða seg fram at veita eina heildarloysn fyri orkusparing í bygningum hjá tí almenna. Sambært leistinum kann alt, sum krevur orku, lagast soleiðis til, at orkunýtslan minkar.
Fyritøkan og landið gera ein sáttmála, har ásett verður, hvussu nógv orkunýtslan skal minka við átøkum, og harvið hvussu nógv til ber at spara í útreiðslum til orku, tíðarskeiðið sáttmálin er galdandi. Sambært leistinum skal henda orku-sparingin gjalda fyri íløguna.
Av teimum 10 bygningunum í hesi fyrstu royndarætlan eru millum annað Landsbókasavnið, Havstovan, bygningurin hjá Fíggjarmálaráðnum og Vinnuháskúlin undir Krákugjógv.
Sum minstamark er sett, at átøkini skulu spara bygningunum 25 prosent í orku. Men málið er at spara 50 prosent.
Sambært landsstýrinum kostar umvælingararbeiðið og onnur orkuátøk í hesi fyrstu royndarætlan umleið 27 milliónir krónur.
Privatar fyritøkur skulu fíggja 17 milliónir, meðan Landsverk skal brúka 10 milliónir krónur av síni árligu játtan til at viðlíkahalda og umvæla almennar bygningar til hesa royndarverkætlan.
Marknagilsdepilin er eisini komin upp í part í hesi nýggju royndar-verkætlan. Ein privat fyritøka skal veita Marknagilsdeplinum jarðhita eftir hesum leisti. Sambært landsstýrinum kann arbeiðið bjóðast út skjótt.