Tríggir føroyskir svimjarar til HM á stuttgeil

Tríggir føroyskir svimjarar til HM á stuttgeil
Pál Joensen, Cecilia Wigant Eysturdal og Óli Mortensen umboða Føroyar í HM
 
29.11.2014 - 15:00

Tríggir føroyskir svimjarar vera við í heimsmeistarakappingini á stuttgeil í næstu viku.

Kappingin er í Doha í Qatar frá 3. til 7. desember.

Føroysku svimjararnir eru Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Cecilia Wigant Eysturdal úr Ægir og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag.

Mikudagin svimur Óli Mortensen 200 m frí. Hósdagin svimur Cecilia Wigant Eysturdal 800 m frí, og Óli Mortensen 400 m frí. Fríggjadagin svimja Pál Joensen og Óli Mortensen 400 m frí, meðan Cecilia Wigant Eysturdal 400 m frí. Og sunnudagin svimur Cecilia Wigant Eysturdal 200 m frí, meðan Óli Mortensen og Pál Joensen svimja 1500 m.

Størstu vónirnar eru til Pál Joensen í 1500 m frí og kanska eisini í 400 m frí, sigur Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandinum.

Í 400 frí skulu teir svimja um at koma í finalu sama kvøld, meðan 1500 frí verður avgreitt við beinleiðis finalum, har teir átta svimja í finalupartinum um kvøldið, sum hava bestu tilmeldingartíð frá øðrum stevnum hetta seinasta árið.

Enn er ógreitt, um Pál er millum teir átta við bestu tilmeldingartíðum, men har skuldi verið góður møguleiki fyri tí, sigur Rókur í Jákupsstovu.

Tað ber til at fylgja við úrslitunum á www.omegatiming.com, og at síggja kappingarnar á millum annað Eurosport. Danska TV2 sendir eisini fra innleiðandi og finalum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. januar
Mono - Ein sangferð í Europa (2:5)
186410
Hósdag 16. januar
«Brúdleyp í Kána»
186392
Hósdag 16. januar
Morgunlestur hósdagur 16. januar 2025
186262
Mikudag 15. januar
Skratsj 15. januar 2025
186353
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275