- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soleiðis fullu atkvøðurnar í Grønlandi
Tað var sera javnur dystur millum Siumut og Inuit Ataqatigiit á valinum í gjár. Men tá av tornaði gjørdist Siumut drúgvasti flokkurin. Siumut fekk 34,3 prosent av atkvøðunum, Inuit Ataqatigiit 33,2 prosent, Demokratarnir 11,8 prosent, Partii Naleraq 11,6 prosent, Atassut 6,5 prosent og Partii Inuit 1,6 prosent.
31 sessir eru í landstinginum í Grønlandi, og valúrslitið hevur við sær, at Siumut og IA fáa 11 tingsessir í part. Demokratarnir fáa 4 sessir. Partii Naleraq, sum er flokkurin hjá fyrrverandi landsstýrisformanninum, Hans Enoksen, fær 3 tingsessir. Og minsti flokkurin í landstinginum verður Atassut, sum fær 2 sessir. Partii Inuit sleppur ikki inn um tinggáttina hesaferð.
Flestu persónligar atkvøður fekk forkvinnan í IA, Sara Olsvig, sum fekk 5825 atkvøður. Næstflestar atkvøður fekk formaðurin í Siumut, Kim Kielsen, sum fekk persónliga álitisváttan frá 4604 veljarum. Og nummar trý á toppskoraralistanum gjørdist Hans Enoksen í Partii Naleraq, sum fekk 2425 persónligar atkvøður. Hans Enoksen fór úr Siumut í januar í ár.