- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tórshavnar Kommuna møtti ikki á fund við lærarar
Lærararnir í Venjingarskúlanum og Tórshavnar Kommunuskúla fóru so nakkalangir av aftur einum fundi, sum skuldi vera mikudagin um at leggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan saman í Vesturskúlan.
Eingin frá Tórshavnar Kommunu kom á fundin. Tað skrivar Skúlablaðið.
Mentamálaráðið heitti á skúlaleiðslurnar um at boða til fundar. Endamálið við fundinum var, at umboð fyri kommununa skuldu greiða lærarunum frá, hvussu gongst at fyrireika byggingina, og nær Vesturskúlin verður liðugur.
Eftir at hava bíðað 35 minuttir, uttan at nøkur boð vóru komin frá kommununi, fóru lærararnir av fundinum, sigur lærari, sum Skúlablaðið hevur tosað við.
Ætlanin við fundinum var eisini at samansjóða lærararnar í Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum.
Í báðum skúlunum fyrireika tey seg at gerast ein skúli. Bólkar eru skipaðir, har lærarar arbeiða við ávísum økjum.
- Vit vilja fegin verða tikin upp á ráð, og tí fóru vit øll spent á fundin mikudagin, sigur lærarin við Skúlablaðið.