Nærkast koppseting móti ebola

Nærkast koppseting móti ebola
Ebolaútbrotið í Vesturafrika hevur sett ferð á granskingina innan koppseting fyri ebola
Ebolaútbrotið, sum herjar í Vesturafrika í dag, hevur veruliga sett ferð á arbeiðið við koppseting móti herviligu virussjúkuni
Mynd: Savnsmynd  
 
27.11.2014 - 11:52

Granskarar eru komnir eitt fet nærri menningini av einari koppseting móti deyðiligu virussjúkuni ebola.

Tað er heilivágsfyritøkan Glaxo-Smith-Kline, sum hevur gjørt týdningarmikil framstig í arbeiðinum við at finna eina loysn, nú ebola herjar í Vesturafrika. 

Ein sonevnd fasu-1-roynd hevur givið góð úrslit. Í royndini hava 20 frísk fólk fingið størri og minni nøgdir av koppsetingini, og øll mentu tey mótevni, sum eru neyðug, fyri at likamið kann berjast móti ebola-smittuni.

Eingin av royndarpersónunum hevur fingið nakad hjáárin av royndini.

Gjøgnumbrotið kemur væl við mitt í størsta útbrotinum av ebola nakrantíð. 5500 fólk eru deyð av ebola í Vesturafrika. 

Hóast góðu úrslitini kunnu framvegis ganga nógvir mánaðir, áðrenn ebola-koppsetingin hjá Glaxo-Smith-Kline verður tøk á marknaðinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079