16.000 smittað av ebola

16.000 smittað av ebola
Hóast støðan er broytt til tað betra, verða nógv fólk framvegis smittað við ebolasjúkuni. 16.000 eru nú smittað og 6.000 eru deyð í útbrotinum
Hóast støðan er broytt til tað betra, verða nógv fólk framvegis smittað við ebolasjúkuni.
Mynd: Savnsmynd  
 
27.11.2014 - 15:45

Heimsheilsustovnurin, WHO, vil vera við, at støðan er batnað í Liberia og í Guinea eru viðurskiftini støðug, meðan fólk framvegis verða smittað av ebola í Sierra Leone.

Støðan kann vera verri enn tað, sum heimsheilsustovnurin vil vera við, verður upplýst.

Samstundis verður arbeitt við at menna heilivág, sum kann lekja sjúkuna. Royndir eru gjørdar við koppseting, og úrslitni eru góð, upplýsir WHO.

Men tað tekur tíð at fáa heilivágin so tryggan, at hann kann seljast, og fólkini, sum hava fingið heilivágin, skulu vera undir eftirliti fyri hjáárin í eitt ár. Tí fara fleiri mánaðir at ganga, til heilivágurin kann nýtast av álvara, upplýsir heimsheilsustovnurin.

16.000 fólk eru nú smittað av ebola-sjúkuni, og 6.000 teirra eru deyð. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá heimsheilsustovninum, WHO.

Samstundis verður gjørt vart við, at fólk framvegis verða smittað, hóast støðan er broytt til tað betra.

Tað er serliga í Liberia, Sierra leone og og í Guinea at sjúkan hevur gjørt um seg.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944