- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðurlendski arbeiðamarknaðurin skal greinast
Norðurlendski arbeiðsmarknaðurin skal greinast við tí endamáli, at skipa eitt meira bindandi samstarv millum Norðurlond,tá talan er um málsetningar fyri arbeiðsmarknaðin og felags støðu mótvegis millumtjóða felagsskapum sum OECD og ILO. Tað samdust norðurlendsku arbeiðsmarknaðarmálaráðharrarnir um á fundi í Keypmannahavn hósdagin.
Føroyar eru uttanfyri ES og EBS, og ikki partur av tí felags arbeiðsmarknaði, har er. Ein felags norðurlendskur arbeiðsmarknaður hevur tí serligan týdning fyri Føroyar, segði Johan Dahl, landsstýrismaður á fundinum og vónaði, at greiningin, ið skal gerast, kann hava við sær, at Føroyar politiskt kunnu fáa meira burturúr norðurlendska samstarvinum á hesum øki.