Giktafelagið kærir sína neyð

Giktafelagið kærir sína neyð
Giktafelag Føroya hevur sent leiðsluni á Landssjúkrahúsinum og Heilsumálaráðið um støðuna, nú giktalæknin hevur sagt seg úr starvi.
 
22.11.2014 - 14:38

Í brævinum sigur felagið, at teir umleið 1500 giktasjúklingarnir í Føroyum hava kent seg tryggar og í góðum hondum við verandi giktalækna í føstum starvi.

Hóast eyka peningur nú er játtaður til heilivág, er ótryggleiki framvegis.

Arbeiðisumstøðurnar hjá giktalæknanum eru ikki nøktandi.

Felagið krevur, at giktalæknin fær góð kor at virka undir og nøktandi arbeiðisviðurskifti yvirhøvur, so at hann kann verða verandi í starvinum

Giktafelag Føroya heitir í brævinum á myndugleikarnar um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944