- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dánjal Petur Højgaard aftur í Sandoynna
Dánjal Petur Højgaard aftur í Sandoynna
Hann hevur starvast í Havn seinastu árini, men 1. januar gongur leiðin aftur í Sandoynna
20.11.2014 - 15:12
Dánjal Petur Højgaard verður nú aftur kommunulækni í Sandoynni. Hann tekur við starvinum 1. januar.
Dánjal Petur Højgaard er 66 ára gamal og fekk góðkenning sum serlækni í almennum medisini í 1995. Seinastu árini hevur hann starvast sum kommunulækni í Havn, og frammanundan var hann lækni í Sandoynni í 10 ár.
Nú eru bæði kommunulæknastørvini í Sandoynni aftur sett, upplýsir Heilsumálaráðið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV