- Tíðindi, mentan og ítróttur
Almannaverkið heldur ikki sáttmála við starvsfólk
Almannaverkið eigur at halda sáttmálarnar hjá teimum, sum arbeiða í Almannaverkinum.
Og tað er bæði løgið og átaluvert, at Almannamálaráðið ikki heldur tað hava týdning, at sáttmálarnir vera hildnir.
Tað heldur Landsgrannskoðanin í frágreiðingini um fíggjarárið 2013.
Yvirtíð hjá pedagogum og eftirløn hjá tímaløntum heilsuhjálparum og heimahjálparum eru nevndar.
Landsgrannskoðanin hevur í nøkur ár gjørt vart við, at pedagogar í fullum starvi hjá Almannaverkinum arbeiða eyka fyri sama stovn, uttan at fáa yvirtíð fyri tað
Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, sum hevur sáttmála við Pedagogfelagið, helt í februar 2011, at tað var ikki heilt í samsvari við ásetingarnar í sáttmálanum. Men tað var ein fyrimunur fyri bæði stovnin, arbeiðsgevaran, og løntakaran.
Sambært Almannaverkinum umsitur leiðslan á hvørjum stovni arbeiðstíðina.
Viðhvørt gera starvsfólk og stovnsleiðari avtalu um eyka arbeiði uttan yvirtíðarløn. Men verður álagt fólki at arbeiða yvir, fáa tey yvirtíð fyri tað.
Grannskoðanin undrast
Landsgrannskoðanin undrast á, at Almannamálaráðið ikki heldur tað hava størri týdning at halda sáttmálan enn at lata stovnsleiðarar avgera, um pedagogar fáa yvirtíðarløn fyri yvirtíðararbeiði. Í oktober í ár heitti Almannamálaráðið so á Fíggjarmálaráðið um at taka støðu til málið.
Í 2010 staðfesti Landsgrannskoðanin, at í nógvum førum høvdu heilsuhjálparar og heimahjálparar ikki fingið eftirløn goldna fyri fyrsta árið í starvinum. Landsgrannskoðanin helt hetta vera brot á sáttmálan millum Heilsuhjálparafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Trý ár seinni, í oktober í fjør, var málið ikki avgreitt. Landsgrannskoðanin helt tað vera átaluvert, at Almannamálaráðið ikki hevði avgreitt málið.
Og eftirlønirnar eru ikki avgreiddar enn. Men tað verða tær í næstum, hevur Landsgrannskoðanin nú fingið at vita.