IS hevur tikið fyrsta býin í Libya

IS hevur tikið fyrsta býin í Libya
100.000 fólk búgva í Derna, sum er 30 fjórðingar sunnan fyri oynna Kreta
 
19.11.2014 - 13:00

Harðrendi felagsskapurin, Islamskur Statur, otar seg vestureftir, og hevur tikið fyrsta býin í Libya, upplýsir amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN.

Nú eru svørtu fløggini hjá felagsskapinum vundin á stong á øllum almennum bygningum í Derna, har umleið 100.000 fólk búgva.

Býurin er bert 30 fjórðingar sunnan fyri oynna Kreta, sum er markið hjá ES.

Uppreistrarbólkar í Libya, sum stuðla IS, hava gjørt sær dælt av støðuni í Libya, eftir at Gadaffi varð rikin frá valdinum, og tað hevur givið felagskapinum fótafesti í Libya.

IS hevur valdið á dómstólunum, skúlum, øðrum útbúgvingarstovnum og útvarpsstøðini í býnum.

Hava fingið fótin fastan í fleiri londum

IS hevur eisini stovnað fleiri venjingarlegur uttanfyri býin.Leiðarin í bólkinum, Abu Bakr al-Baghdadi, boðaði í eini røðu, sum varð almannakunngjørd hósdagin, frá, at bólkurin hevur fingið fótin fyri seg í Libya, Egyptalandi, Jemen, Saudi-Arabia og Algeria. Frammanundan hevur bólkurin tamarhald á stórum økjum í Irak og í Sýria.

Bólkurin hevur útnevnt uvernørar í londunum, boðaði leiðarin frá. Bólkar, sum taka undir við Islamskum Stati, hava boðað frá, at teir hava støðir í Libanon, Pakistan og Afghanistan.

Sambært leiðaranum, leggur bólkurin fyribils størstan dent á at fáa vald í hinum fimm londunum, sum hann sjálvur nevndi í røðuni. Har er undirtøkan størst, og har er bólkurin best fyri at gera um seg, upplýsir CNN.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212