- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skulu fyrst kæra til Rás 2
Kærur um tíðindaflutning ella sendingar á Rás2 skulu sendast beinleiðis til Rás2, og ikki til Fjølmiðlanevndina.
Tað er niðurstøðan hjá Fjølmiðlanevndini, sum er vorðin varug við, at Rás2 hevur sendiloyvi sambært Kringvarpslógini.
Tað merkir, at kærur um Rás2 skulu fyrst viðgerast av Rás2. Um kærarin er ónøgdur við svarið hjá Rás2, so kann kærast víðari til Fjølmiðlanevndina.
Hetta er sama mannagongd, sum er galdandi fyri Kringvarpið.
Kringvarpið kærdi
Niðurstøðan kemur í kjalarvørrinum á at Kringvarpið kærdi eina sending hjá Óla Breckmann á Rás2 til Fjølmiðlanevndina.
Sendingin hjá Óla Breckmann varð send á Rás2 4. juni. Kringvarpið metti vertin at hava framt brot á góðan fjølmiðlasið og kærdi tí til Fjølmiðlanevndina 2. juli. Og nú, hálvan fimta mánað seinni, er Fjølmiðlanevndin komin eftir, at kæran eigur at fyrst at viðgerast og svarast av Rás2.
Kæran frá Kringvarpinum er tí send víðari til Rás2 at avgreiða.