Sildberin siglir við fyribils góðkenning

Sildberin siglir við fyribils góðkenning
Endaliga góðkenningin fæst væntandi frá 1.januar 2015
 
17.11.2014 - 13:00

Strandfaraskipið Sildberin siglir við fyribils góðkenning frá Skipaeftirlitinum.

Góðkenningin er galdandi til nýggjárs. Tá verða metingar hjá klassanum, sum ikki er liðugur at viðgera málið, tiknar við, tá Sildberin skal hava endaliga góðkenning til ferðamannasigling. Endaliga góðkenningin fæst væntandi frá 1.januar 2015.

Tað upplýsir Johan Dahl, landsstýrismaður, í svari til Páll á Reynatúgvu, løgtingsmann, sum spurdi um Sidberan.

Sildberin er styttri enn 24 metrar, og hann krevur tí ikki klassagóðkenning.

Skal hava góðkenning

Men Sildberin skal kortini hava klassagóðkenning. Tann góðkenningin var ikki liðug, tá Sildberin skuldi í sigling, og tí avgjørdu Strandfaraskip Landsins at fáa góðkenning frá Skipaeftirlitinum.

Skipið lýkur øll krøv frá Skipaeftirlitinum, sigur Johan Dahl. 

Johan Dahl upplýsir, at Sildberin kostaði slakar 7,8 mió. kr. Sildberin kostaði tvær milliónir og 480.000 kr. keypa. 

Umvæling og útgerð kostaðu meira enn dupult so nógv, fimm milliónir og 234.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212