Gjørdi tvey lop, áðrenn tað lendi á skuggasíðuni

Gjørdi tvey lop, áðrenn tað lendi á skuggasíðuni
Hevði alt riggað, so hevði Philae staðið í sólarljósi á halastjørnuni 67P og virka enn, men ístaðin gjørdi tað tvey lop og lendi á skugasíðuni
Mynd: ESA/Rosetta/MPS for OSIRIS  
 
17.11.2014 - 15:59

ESA hevur kunngjørt eina samansetta myndarøð av ferðini hjá Philae niður á halastjørnuna 67P/Churyumov–Gerasimenko. Myndarøðin vísir, at Philae lendi kl. 15:35 á halastjørnuni, men av tí at akkerini, ið skuldi festa lítla rúmdarfarið í halastjørnuna, ikki riggaðu, gjørdi tað eitt lop, møguliga ein heilan kilometur frá halastjørnuni, áðrenn tað lendi aftur kl. 17:25. Men myndirnar vísa eisni, at Philae gjørdi eitt lítið lop afturat og lendi beint har, sum sólin ikki sær kl. 17:32. 

Battaríini á Philae vóru fult lødd, tá ið rumdafarið lendi, og var tað tí virkið í góð trý samdøgur á halastjørnuni, áðrenn tað fór í dvala. 

Rúmdarfarið var forritað soleiðis, at flestu royndirnar, sum tað skuldi gera á halastjørnuni, kundu gerast, meðan streymur var í battaríunum.

Philae er nú farið í dvala. Men beint áðrenn tað sovnaði, fekk tað vent sær soleiðis, at størri kjansur er fyri, at tað fær nokk av sólarljósið, so battaríini spakuliga løðast uppaftur, og Philae um nakrar vikur vaknar aftur og setur seg í samband við jørðina. 

Myndirnar er tiknar frá fylgisveininum, Rosetta, ið ferðast í ringrás um halastjørnuna. Sí samansettu myndina her

Kelda: esa.int

Philae á veg niður á halastjørnuna. Størri mynd her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. apríl
Eitt korter við jazzi 24. apríl 2025
191041
Hósdag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
191037
Hósdag 24. apríl
Morgunlestur hósdagur 24.apríl 2025
190970
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946