Løgtingið viðgera varskógvaraskipan

Løgtingið viðgera varskógvaraskipan
Starvsfólk í almenna geiranum skulu kenna seg trygg við at fráboða óregluligt virksemi, heldur Kristina Háfoss úr Tjóðveldi
 
15.11.2014 - 12:40

Týsdagin fer løgtingið at viðgera uppskot til samtyktar um varskógvaraskipan fyri starvsfólk, sum eru í almennum starvi hjá landi og kommunum.

Tað er Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, sum hevur lagt uppskotið fram, og hon sigur, at tað er av stórum týdningi, at starvsfólk, ið starvast í almenna geiranum kunnu kenna seg trygg við at fráboða møguligt óreglusemi innan tað almenna. Hetta kann tryggjast við eini varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá landi og kommunum, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Starvsfólk skulu altso fáa møguleika at gera vart við óreglusemi ella lógarbrot, og tað skal kunna gerast dulnevnt, sigur uppskotssetarin.
Eisini skulu rættindini hjá tí, ið varskógvar, tryggjast í lóg.

Varskógvaraskipanir eru kendar frá øðrum geirum, tildømis hevur Bank Nordik eina skipan, har starvsfólk annaðhvørt kunnu boða frá illgruna um óreglusemi beinleiðis til Fíggjareftirlitið ella til ein innanhýsis rregluvørð, sum so skal handfara fráboðanina eftir nærri reglum. Starvsfólkini í Bank Nordik kunnu boða frá dulnevnt.

Uttanlands seta alsamt fleiri fyritøkur, stovnar v.m. í verk varskógvaraskipanir, eins og fleiri
lond - eitt nú Noreg - hava sett í verk varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast hjá tí
almenna.

Varskógvaraskipanin í Føroyum eigur at gerast í samráð við kommunurnar, og miðast skal ímóti, at skipanin skal setast í verk í 2015, sigur Kristina Háfoss í sínum uppskoti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212