Fáa hjálp til at gera skúlan lidnan

Fáa hjálp til at gera skúlan lidnan
Sperdir næmingar í framhaldsdeildini í Havn, sum eru í vanda fyri ikki at gera skúlan lidnan, kunnu nú fáa hjálp
 
15.11.2014 - 13:10

Lopfjølin kallast nýtt skúlatilboð, sum er eitt samstarv millum Margarinfabrikkina, Mentamálaráðið og Sosialu deild í Tórshavnar kommunu.

Dagmar Clothier hevur námsfrøðiliga ábyrgd av Lopfjølini. Hon tekur sær av tí sosialpedagogiska partinum av verkætlanini saman við restini av námsfrøðingum í Margarinfabrikkini.

Lopfjølin er eitt samstarv millum ungdómshúsið Margarinfabrikkin og skúlarnar og barnaverndinga í Tórshavnar kommunu. Tilboðið er ætlað ungum í framhaldsdeildunum í býnum, sum onkursvegna hava torført við at gera fólkaskúlan lidnan. 

Men er tað ikki uppgávan hjá skúlunum, at hjálpa næmingunum, soleiðis at teir megna at ganga í skúla? Serliga teimum, sum hava tað trupult við at luttaka í vanligu skúlaundirvísingini.

Tey ungu fáa eisini møguleika at gera ymiskt stuttligt, sum kann elva til, at undirísingin eisini verður betri fyri tey.

Lopfjølin hevur verið til gagns fyri mong ung, sum hava havt tað trupult við at ganga í skúla. Verkætklanin gevur teimum ein betri møguleika at savna seg og at læra.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212