- Tíðindi, mentan og ítróttur
Oljuprísurin kann lækka enn meiri
Oljuprísurin fór niður um 80 dollarar fyri tunnuna í gjár, og so lágur hevur prísurin ikki verið síðani í 2010.
Nú verður bíðað í spenningi eftir, hvat úrslitið av fundinum millum OPEC-londini verður. Hesin fundurin verður seinast í november.
12 tey størstu oljulondini í heiminum eru limir í OPEC, og tey kunnu steðga lækkingini í oljuprísinum, um tey semjast um at minka søluna.
Roknað varð annars við, at OPEC-londini fóru at minka oljusøluna, men tað er ikki hent enn, og tí verður fundurin 27. november avgerandi fyri prísin.
Eingin broyting í Saudiarabia
Eitt av stóru oljulondunum er Saudiarabia. Oljuráðharrin í landinum, Ali al-Naimi sigur, at oljupolitikkurin er ikki broyttur seinastu 10 árini, og hann verður ikki broyttur.
Eygleiðarar vilja vera við, at um OPEC-londini ikki semjast um at minka um oljusøluna, so fer oluprísurin at lækka uppaftur meir.
Nógva skifer-oljan, sum serliga USA hevur lagt seg eftir at fáa upp, er størsta orsøkin til at oljuprísurin lækkar, siga eygleiðarar.