- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelurin fór til matna
Makrelurin fór til matna
Pelagos í Fuglafirði keypti 300 tons frá Christiani í Grótinum
13.11.2014 - 12:58
Makrelurin í tangunum hjá Christiani í Grótinum fór til matna og ikki til ídnað, hóast skipið var seinkað nakrar dagar av fiskileið, tí skotska fiskiveiðieftirlitið tók tað.
Pelagos í Fuglafirði keypti feska makrelin, 300 tons, frá Christiani í Grótinum, upplýsir reiðaríið.
Hjá Pelagos verður sagt, at makrelurin var í lagi, og miðalprísurin var 6,20 kr. fyri kilo.
Í morgun kom Christian í Grótinum á Klaksvík, har avhøvdaði frysti makrelurin, 600 tons, verður uppskipaður.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV