- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fólkið sigur sína hugsan um mentanarpolitikk
Fólkið sigur sína hugsan um mentanarpolitikk
Nýggi mentanarpolitikkurin hjá Eysturkommunu er nú tøkur til hoyringar
12.11.2014 - 08:56
Mentanarnevndin hjá býráðnum í Eysturkommunu hevur í eina tíð arbeitt við nýggjum mentanarpolitikki fyri kommununa.
Fundir hava verið við feløg, stovnar og einstaklingar, sum dagliga skipa fyri og mynda mentanarliga virksemið og frálæruna í kommununi. Nú vil Mentanarnevndin vita, hvat fólkið í kommununi heldur.
Uppskotið um mentanarpolitikkin er á heimasíðuni hjá Eysturkommunu.
Ítøkiligt mál hjá Mentanarnevndini er at brúka tíggju prosent av fíggjarætlanini hjá kommununi til mentan og frítíð, hálvt annað prosentstig meira enn nú.
Urd Johannesen, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum, gjørdi uppskotið um mentanarpolitikk fyri Eysturkommunu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV