- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin útveiting næsta ár
Eingin útveiting næsta ár
Almennar tænastur verða ikki útveittar fyrr enn í fyrsta lagi í 2016
12.11.2014 - 08:23
Landsstýrið fer ikki at veita út almennar tænastur næsta ár.
Ætlanin var at gera greining í ár, sum skuldi vera grundarlagið undir at útveita almennar tænastur fyri at spara landskassanum pengar.
Nøkur øki, sum tað almenna røkir, skuldu, sum roynd, veitast út til privatar veitarar.
Men greiningin er ikki liðug, og tí hevur Fíggjarmálaráðið ikki tikið fimm milliónir krónur í sparingum við í fíggjarlógaruppskotið fyri 2015. Sparingin er útsett til 2016.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV