Undrast á at Apoteksverkið skal hava avlop

Undrast á at Apoteksverkið skal hava avlop
Fíggjarnevndin heldur, at í veruleikanum áleggur Apoteksverið kundunum at gjalda skatt
 
11.11.2014 - 08:11

Hvørja heimild hevur Apoteksverkið at krevja skatt? 

Tann spurningin hevur Heilsumálaráðið fingið frá Fíggjarnevndini, nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2015 er til viðgerðar. Fíggjarnevndin undrast á, at Apoteksverkið skal hava yvirskot.

Fíggjarnevndin vísir á, at Apoteksverkið hevur einkarrætt at selja heilivág, og nógvur heilivágur er undantikin meirvirðisgjaldi.

Áleggja kundum skatt

Hetta er í veruleikanum at áleggja kundunum hjá apoteksverkinum skatt, sigur Fíggjarnevndin, og hvar er lógarheimildin at krevja skatt.

Heilsumálaráðið svarar, at nú landskassin hevur fíggjað stórar íløgur í føstu ognunum hjá Apoteksverkinum, verður tað mett rímiligt, at Apoteksverkið ber landskassanum hesar útreiðslur aftur við at hava avlop í rakstrinum. 

Yvirskotið í játtanini, 5,5 mió. kr. næsta ár, kann tí fatast sum ein staðfesting av aðalregluni um, at Apoteksverkið játtanarliga skal hvíla í sær sjálvum sum frá líður. 

Viðvíkjandi spurninginum um, nær inntøkur fella undir skattahugtakið, verður víst til Fíggjarmálaráðið, sum er avvarðandi aðalráð fyri skattaøkið, svarar Heilsumálaráðið Fíggjarnevndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209